bara fimm dagar eftir... til stytsta dag... eg gleði meg nakað so nógv... er nærum hopleyst at taka myndir hesu ársins tíð, alt ov myrkt... eg blívi rastleys... onkran dag blívur tað slettis ikki ljóst yvirhøvur... og um tað blívur ljóst, er tað bara ljóst eina lítla løtu... 21. desember er kærkomin...
hesi bæði fittu systkini vitjaðu meg nú ein dagin... skuldu hava jólamyndir... havi sagt nei við tey flestu vegna ljósið...men helt eg skuldi royna... vit "timaðu" tað soleiðis, at tað var hampuliga ljóst, faktis var tað í so myrkt... tók nakrar inni, beint við eitt vindeyga, og nakrar í túninum... tað var nú ikki nøkur trupul uppgáva at fáa tey væleydnaði á myndunum (hóast Marius ikki var samdur, tú ert alt ov sjálvkritiskur Mairus :-) ... ljósið var tað truplasta...


Comments