nú veit eg ikki, hvussu tit hava tað við gnagarum... men er tað nakað, sum kann fáa meg hysteriska, er tað gnagarar... okkurt við stóru tonnunum... og klórutu "bibbunum" sum eg barasta ikki kann taka... í summar vóru vit ein túr í kbh zoo... og júst meðan vit vóru har, kundu børnini sleppa at nerta, bera, læra meiri um GNAGARAR... Betuel stillaði seg sjálvandi allar fremst og helt seg framat...
man roynir at vera ein góð mamma, og ikki yvirføra tær ræðslur man hevur á børnini (t.d. situr sonurin altíð við vindeyga í flúgvarinum og pápin undir liðini á honum, so hann sum minst verður ávirkaður av míni flúgviræðslu...) men henda dagin setti eg meg so saman við honum at lurta eftir "bóndanum" (sum hann kallaði seg), tá børnini skuldu læra eitt sindur um gnagarar... við neyð og deyð slapp eg undan at halda í tí stóru hvítu rottuni við teimum reyðu eygunum, men tá vit fóru avstað, hevði eg fingið nøkur vísdómsorð frá "bóndanum" um, at rottur eru fittar og kunning um, hvar eg kundi fara á skeið at sleppa av við mína "gnagara-ræðslu"...
tann hvíta rottan við reyðu eygunum var ein laboratoriurotta, sum var púra ófarlig (yeah right!), segði "bóndin"... fyri mær var hon munandi meiri "scary" enn stóra slangan, eg kíndi seinni á degnum....












Recent Comments